Fer úr Løgmálaráðnum at stjórna bryggjarafelag

Danski løgmálaráðharrin Nick Hækkerup gevst nú í politikki. Hann skal frá 1. jui vera stjóri fyri Bryggeriforeningen.

Nick Hækkerup gevst nú í politikki og harvið eisini sum løgmálaráðharri í Danmark.

Hann skal í staðin vera stjóri í Bryggeriforeningen, skrivar hann á Facebook.

– Eg eri takksamur fyri, at Javnaðarflokkurin øll árini hevur givið mær møguleikan fyri at gera mun og flyta viðurskifti tann vegin, sum eg og vit saman hava trúgva uppá.

– Eg veit væl, at mítt val at steðga í politikki av nógvum helst verður tulkað sum ónøgd. Men tað er ikki rætti mátin at lesa, skrivar hann í uppslagnum.

Har sigur hann, at hann seinastu tíðina »hevur merkt eina vaskandi trongd til at fáa aðrar avbjóðingar«.

– Í meira enn 20 ári havi eg fingið við politikk fulla tíð, sum borgarstjóri, fólkatingsmaður og ráðharri, og tíðin er komin til at gera mína ávirkan galdandi upp á ein nýggjan máta og skapa úrslit uttan fyri politikk.

–Eg er tí sera fegin og errin av, at eg havi fingið møguleikan fyri at gera mítt til at gagna bryggjarívinnuni, skrivar hann.

/ritzau/