Ytri ringvegurin má fáast liðugur - hann er mest sum steðgaður upp – Ytri-Ringvegurin er ein treyt fyri at lætta um ferðslutrýstið í býnum.
Ongar rundkoyringar eru gjørdar seinast fýra árini.Og her hugsi eg serliga um hana á Hvítanesvegur/Eystari ringvegur,har hendan samgongan ætlar at gera ljósregulering.Eg haldi eisini at tær báðar ljósreguleringarnir vit hava í býnum skullu skiftast út við 2 rundkoyringar ístaðin.
Glyvursvegurin verður gjørdur, men brúgvin um Sandá er ongan veg komin. Eisini hettar arbeiði má fáast frá hondini
Útbygt vegakerv og harvið betur ferðsluviðurskifti er nakað, eg vil arbeiða fyri.
Gøtusamband runt í býnum og uttanfyri býin.
Seinastu 8 árini eru nógvar gøtur gjørdar runt býðin,hettar arbeiði eigur at halda fram,eg síggi at gøturnar í gjørdar eru vera nógv brúktar av fólki,í kanska fáa sær motion uppá hendan mátan.
Tildømis er ein ætlan at gera eina gøtu frá Sandagerði framvið Sandá til vatnbrunnin í Havnardali,hettar arbeiði átti at byrja sum skjótast.
X-við lista A