Minst 55 fólk doyðu, tá førarin á einum lastbili misti harradømið á bilinum, sum endaði inni í einari mannamúgvu í nigeriska býnum Dekan í gjár. Ein talsmaður fyri nigerisku løgregluna sigur við fjølmiðlarnar, at lastbilurin rendi á eina mannamúgvu, sum stóð beint við vegin.
Talsmaðurin sigur, at vanlukkan kravdi minst 55 mannalív, men lokalir fjølmiðlar vilja vera við, at vanlukkan hevur kravt millum 65 og 90 mannalív. Harafturat hava fleiri fólk fingið skaða.