Higartil í ár hevur løgreglan í Føroyum skrivað 1.861 mál, har bilførarar hava brotið ferðslulógina. Tað upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi í dag.
Løgreglan sigur, at, 377 mál eru skrivað fyri lógarbrot, sum føra til klipp í koyrikortið, 338 mál eru skrivað har bilførarar hava tosað í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrku og 230 mál eru skrivað, har bilførarar hava koyrt ov skjótt.
Løgreglan sigur, at hendan gongdin er ikki positiv.
– Vit kunnu tí bara staðfesta, at helmingurin av øllum málunum, eru brot á ferðslulógina, har vit av royndum vita, at ferðslutrygdin verður sett í stóran vanda.
Hinvegin fegnast løgreglan um, at í 2018 doyði eingin persónur í ferðsluni. Í fjør doyði eitt fólk í ferðsluni og higartil í ár er eingin deyður í ferðsluni.
– Hendan gongdin er ógvuliga positiv, serliga tá ið hugsað verður um, at tað nú bara eru heilt fá fólk, sum eru fyri álvarsomum vanlukkum, ella eru avvarðandi hjá fólki, sum eru deyðir í ferðsluni.
Men áheitanin frá løgregluni á allar bilførarar, er at slækka av og at miðsavna seg um at koyra bil og ikki um ymiskt annað.