Ferðslutrygd nýggjan Hvølvus

Kendi bilurin hjá Ferðslutrygd, Hvølvus, er nú skiftur út við ein annan bil við sama navni, og í dag sluppu næmingar úr Fuglafjarðar skúla sum teir fyrstu at royna nýggja bilin.

Meðan gamli Hvølvus, sum varð uppbygdur í Noreg í 1991, var ein Opel Kadett, er hesin nýggi Hvølvus ein Opel Astra, sum er uppbygdur hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn.

Tað eru tryggingarfeløgini, Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar, sum hava sponsorerað Hvølvus.

Bilurin verður eitt nú brúktur í undirvísingini av næmingum í 8. flokkunum, sum Ferðslutrygd skipar fyri.

Í dag sluppu so tveir 8. flokkar úr Fuglafjarðar skúla – sum teir fyrstu – at royna bilin á økinum millum Miðlahúsið og gamla Reinsaríið.

Gamli Hvølvus hevur tænt Ferðslutrygd í tilsamans 20 ár, og nú var tørvur á at skifta bilin út. Skipanin, sum nýggi bilurin koyrir á, er júst hin sama og er einki broytt.