Ferðslubøtur skulu fella til landskassan

Ungt Sjálvstýri vil hava, at ferðslubøtur fella landskassanum í lut og verða eyðmerktar til ferðslutrygdarátøk, heldur enn at fara í danska ríkiskassan.

Ungt Sjálvstýri heitir á tingmenn móðurfloksins, Kára P. Højgaard og Bárður Kass Nielsen, um at bera so í bandi, at ferðslubøturnar, ið føroyingar rinda, ikki longur skulu enda í danska ríkiskassanum, men í føroyska landskassanum. Harumframt ynskja tey, at peningurin skal nýtast til ferðslutrygdarátøk.

 

Tað er í kjalarvørrinum av einum lesarabrævi frá stjóranum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at Ungt Sjálvstýri kemur við hesum uppskotum.

 

Í lesarabrævinum vísir Brynhild Høgnadóttir á, at eitt ávíst samband er ímillum lønarlagið hjá fólki og hvussu ofta tey koyra ov skjótt. Hon spyr tí, um tíðin er komin at hækka bøturnar fyri at koyra ov skjótt fyri tey, sum forvinna mest.

 

Ungt Sjálvstýri tekur ikki treytaleyst undir viðhesum uppskotinum og vísir á at tað eisini er ein stórur partur av teimum lægst løntu, sum koyra ov skjótt. 

 

Ungt Sjálvstýri tekur undir við at hækka bótina fyri at koyra ov skjótt, men heldur, at onnur átøk høvdu verið betri, millum annað at seta upp vakmyndatól.