Ferðsluátak í Havnini

Seinnapartin fríggjadagin hevði løgreglan í Havn eitt ferðsluátak á ymsum vegastrekkjum í Havnini. 13 mál vórðu skrivað í ferð, eitt fyri fartelefon og eitt fyri vantandi trygdarbeltið.
Sunnudagin beint eftir middag vórðu ferðmátingar gjørdar í Kaldbaksbotni. Har vórðu fýra bilar tiknir fyri ferð. Teir koyrdu allir yvir 100 km/t, og tann, sum koyrdi skjótast koyrdi 143 km/t.