Ferðsluóskil sunnan fyri danska-týska markið

Ein farleið millum Norðurlond og restina av Evropa verður nú skerd, og væntandi fer hetta at elva til ruðuleikar í ferðsluni komandi fýra mánaðirnar.

Lastbilar sleppa nú ikki um brúnna á motorvegi A7 um Kielersundið við Rendsborg, og bara eitt spor er opið til persónbilar hvønn vegin.

Betongkonstruksjónin er so illa farin á brúnni, sum er frá sjeytiárunum, at berandi stólparnir mugu styrkjast. Arbeiðið fer væntandi at taka fýra mánaðir.

Í morgun vóru bilrøðirnar 20 kilometrara langar norðureftir og fimm kilometrar suðureftir, skrivar dr.dk frá Flensborg Avis.

Vanliga koyra 40.000 akfør dagliga um brúnna, men á hásumri liggja tey um 55.000.

Lastbilar størri enn 7,5 tons verða bidnir um at velja langar umvegir, og hetta fer at kosta flutningsvinnuni dýrt.

(mynd: DR)