Ferðsluóhapp sunnanfyri Nesvík

Um tíggjutíðina páskakvøld fór ein bilur út av vegnum nakað sunnanfyri leguhúsið í Nesvík. Eitt konufólk koyrdi bilin, og hon er undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkað Eingin skaði stóðst á hvørki førara ella bil í einum ferðsluóhappi 400 metrar sunnanfyri leguhúsið í Nesvík í sunnukvøldið.

Bilurin fór út av vegnum, og bæði løgregla og sjúkabilur kom á staðið. Teir gjørdu sínar metingar av støðuni og komu skjótt eftir, at kvinnan, sum koyrdi bilin, møguliga var ávirkað av rúsdrekka.

Fyri at fáa hetta staðfest, varð ein blóðroynd tikin av kvinnuni, so um tvær vikur ber við vissu til at siga, um rúsdrekka var uppi í leikinum ella ikki.

Annars verður sagt at løgreglustøðini í nátt, at páskirnar hava verið rættiliga friðarliga hjá teimum.