Ferðsluóhapp á Ólavssøku

Ólavssøkan 2002
Ragnhild Ellingsgaard

Hóast tey flestu munnu halda seg frá bilum teirra á Ólavssøku, so kunnu ferðsuóhapp eisini henda, sjálvt um einki rúsdrekka er við í málinum.
Soleiðis var eisini leygardagin, tá ein bilur rendi í reyvina á einum øðrum. Hendingin fór fram við gomlu brúnna á Leynum.
Stórur skaði kom á báðar bilarnar, sum talan var um, og fólkini sloppu heldur ikki snikkaleys. Tó var talan ikki um nakran álvarsligan persónsskaða.
Løgreglan kannar nú málið nærri.