Beinta í Jákupsstovu
Eg eri ein av nógvum, sum ikki sleppa av landinum vegna gosið í Íslandi. Eg havi verið og arbeitt á Setrinum hesa vikuna, og skal nú aftur til mítt høvuðsstarv í Molde. Í næstu viku verður nógv undirvísing (havi jú verið burturi) og eisini ein próvtøka fyri Erasmus-studentum. Her stendur also ikki um lív - men tað er sera óheppið, at tað er so óvisst, nær eg komi aftur til Molde. - Tað munnu vera onnur, sum eru í somu støðu, at tey ikki fáa røkt sítt arbeiði, tí tey eru stødd á hesum oyggjum í Norðuratlantshavinum. Somuleiðis eru nógv, sum eru komin illa fyri, tí tey ikki sleppa heim. Tað leggur serliga ábyrgd á tey, sum skulu tryggja, at tað ber til at ferðast til og úr Føroyum.
Næsti túrur við Norrønu til Danmarkar er útseldur.
• Fer Smyri Line at gera ein eyka túr til fastlandið, t.d. ein stuttan túr til Noregs? Hagani ber til at fara við toki og bussi til Danmarkar ella onnur lond.
• Fer landsstýrið annars at skipa fyri aðrari skipaferðslu við ferðafólki, t.d. seta Smyril í uttanlandasigling?