Annar liðformaðurin var vónbrotin, og hin var ovurfegin. Kurt Mørkøre hevur vunnið nógv í sínum langa fótbóltslívi, men tað tóktist ikki leggja bond á fleðina um, at tað enn eina ferð eydnaðist KÍ at vinna steypafinaluna:
? Hetta var ein góður dagur. Nú er fyrra takið tikið, og sjálvandi fara vit at gera alt fyri at varðveita oddasessin, sum vit hava í landskappingini og harvið vinna greipuna, helt liðformaðurin hjá KÍ, sum ikki helt, at fótbóltsspælið hevði verið av tí allar besta:
? Tað er týðuligt, at venjingarstøðan hjá báðum liðunum er væl betur nú, enn hon nakrantíð hevur verið áður. Hetta hevur við sær, at ferðin verður høg alla tíðina, og tað setur størri krøv til tekniska førleikan, enn tað nakrantíð áður hevur gjørt. Á báðum liðunum vóru mistøk gjørd, og tað kemst av, at tú hevur minni tíð at fáa tak á bóltinum og umráða teg í, enn tú áður hevur havt.
? Eg kenni tað sum um, at vit í ár hava havt viðrák, eydnan hevur verið okkum til vildar, tá tað hevur staðið á, og so er bara at vóna, at hetta framvegis fer at vera soleiðis.
Munur á úrtøkuni
Jens Kristian Hansen duldi ikki, at hann var sera harmur um, at tað ikki hevði eydnast teimum at vinna finaluna:
? Vit skuffa trúgvu áskoðarafjøldina hjá okkum, og tað er sjálvandi harmuligt, og so er tað eisini harmuligt, at vit ikki megna at vinna, tá vit hava møguleikar fyri tí. Eg haldi, at klaksvíkingar høvdu ein hálvan møguleika í fyrra hálvleiki, og teir fingu mál burturúr honum, meðan vit hava fleiri møguleikar og megna ikki at skora. Hetta hevði stóran týdning fyri restina av dystinum, men tað er ikki so nógv at siga um hetta, tí tað eru málini, ið telja, og tann, sum hevur størri úrtøku úr málmøguleikunum, hann vinnur.
KÍ er trý stig undan B36 í landskappingini, men B36 liðfomaðurin heldur, at møguleikarnir hjá hansara liði eru góðir at vinna FM:
? Tað eru níggju dystir eftir at spæla, og sjálvandi trúgva vit uppá, at vit kunnu vinna tey trý stigini aftur. Fyri tí eru møguleikarnir góðir.