Trý tey seinast árini hevur André Kruse av Eiði verið festari í Saksun. Hann hevur garðin Við Svartá. Hagin eitur Svartá fyri uttan, og har ganga 160 áseyðir. Hann hevur eisini seyð á Eiði.
Saksunarvegurin má breiðkast
Sjálvt um hann ikki býr í Saksun til dagligt, so merkir hann tó nógv til ferðafólkastreymin til Saksunar.
– Tað er fyrst og fremst farleiðin til Saksunar, ið nakað má gerast við. Til tíðir kann tað taka langa tíð at koyra niðan til Saksunar, tí eg eri noyddur at halda av so ofta. Tað eru langar bilrøðir, og tað mangla víkipláss. Eg hugsi onkutíð, um sjúkrabilur ella brandbilur skal til Saksunar, so ber ikki altíð til at sleppa skjótt fram hjá teimum, sigur André Kruse.
Les alla samrøðuna við bóndan í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.
Les eisini: Ferðslan til og úr Saksun er vaksin 650 prosent