Karsten Hansen, landsstýrismaður fer nú at royna at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava parkinson Hetta er ein sjúka, nógvir føroyingur hava at dragast við. Men tað eru fleiri mánaðir, eisini upp í hálvtannað ár, hjá sjúklingum við Parkinson at bíða eftir at sleppa til serlækna. Í løgtinginum dag vildi Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi tí hava at vita um ætlanin er at gera nakað við tað. - At sleppa til serlækna einaferð um árið við so álvarsligari sjúku, er alt ov lítið, sigur hon.
Karsten Hansen sigur, at fyri hálvumøðrum ári síðani kom tann skipanin, at fastur serlækni kom til Føroya fýra ferðir um árið og tað hevur verið til stórt gagn hjá sjúklingum við parkinson. - Tað var eitt stórt framstig, tí frammanundan var eingin. Tað er ómetaliga trupult at fáa læknar, tí serøkini eru smalari og smalari, men eydnast at funnið ein serfrøðing í parkinson og tað var eitt stórt framstig. Men hann fer eisini at kanna um tað ber til at fáa sjúkrarøktarfrøðing at taka sær av tí dagliga viðvíkjandi parkinson. Men hann staðfestir somuleiðis, at hetta er eisini ein pengaspurningur, tí Landssjúkrahúsið er ómetaliga hart fyrispent fíggjarliga, so tað er ein spurningur, hvat ber til, sigur Karsten Hansen. Tí kundi kundi hann ikki lova nakað um ábøtur, ella nær nakað fer at henda. Men skulu sjúkrarøktarfrøðingar útbúgvast til endamálið, tekur tað tíð, sigur Karsten Hansen. Gunvør Balle tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at á Landssjúkrahúsinum eru eisini fysioterapeutar við serfrøði í parkinson, men Landssjúkrahúsið hevur ikki játtan at lata tær sleppa til arbeiðis. Jenis av Rana í Miðflokkinum, staðfestir, at tað er ringt at fáa neuroligar. Men hann minnir somuleiðis á, at vit hava eisini ein privata neurolog, og nú á døgum eru samskiftismøguleikarnir so góðir, nógv kann gerast uttan at lækni og sjúklingur eru í sama rúmi.
|