Sum vit hava skrivað fleiri ferðir, er ætlanin hjá myndugleikunum at fáa øll yvir 50 at koppseta seg fyri koronu, fullkomiliga miseydnað. tað er bara ein triðingur av teinum, sum mælt verður til, verða koppsett, sum í roynd og veru eru koppsett. Í Danmark er talið yvir 75 prosentt og nú fer landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, at kanna málið.
Hon sigur, at hon fer at tosa við tey, sum hava við koppsetingina at gera í eini roynd at fáa greiði á, hví tað eru so fá, sum taka av. Í hesum sambandi fer hon eisini at tosa um, antin orsøkin kann vera, at tað er ov trupult at sleppa framat til koppsetingar, ella um orsøkin kanska er, at myndugleikarnir hava gjørt ov lítið fyri at halda fólki til.
Tá ið hetta er eitt tilmæli frá myndugleikunum, heldur hon, at tað er spell, at tað eru so fá, sum hava tikið av, og tí fer hon at taka málið upp, sigur hon.
Les eisini: Føroyingar hava mist hugin at lata seg koppseta
Les eisini: Tí viljs føroyingar ikki lata seg koppseta
Les eisini; Ov strævið at fáa tíð at verða koppsett fyri koronu











