Í 1999 vóru eg og maðurin á eini ferð til Brasilia. Ein dag vóru vit á kavaraútferð og har var eitt norskt par við, ið hevði eina tveir mánaðar gamla gentu við. Mamman leyp í vatnið og pápin sat uppi í bátinum og bíðaði við barninum. Seinni kom mamman upp, tók boppuna fram og gav lítlu at eta. Soleiðis skiftust tey um, at hava lítlu og kortini fáa nógv burturúr útferðini. Tá tók eg mína avgerð - soleiðis vil eg eisini gera tá eg fái børn. Hví skulu tey verða ein forðing fyri at ferðast? - Takið tey við og njótið lívið.
Ì útlendskum bløðum kann ein eisini dagliga lesa um familjur, ið troyttast inn á lívið við barnagarði og arbeiði, og taka eitt ár frí fyri at ferðast runt heimin. Tey hava í flestum førum bara gott at siga um tann háttin at livað.
2004 gjørdust vit so foreldur. Sonurin var sína fyrstu flogferð tá hann var tríggjar mánaðar, og tað hava verið nógvir slíkir, nú hann er 18 mánaðar gamal.
Seinast til Ìslands á vikuskiftistúr.
Pilka við alt
At flúgva við einum 1½ ára gomlum er ikki líka lætt, sum tá hann var tríggjar mánaðar. Nú vil hann helst ganga, klintra og pilka við alt. Og tað ber ikki rættuliga til umborð á einum flogfari. Men ljóðið av motorum er eisini sløvandi, so á ferðini til Ìslands svav hann næstan alla tíðina.
At ferðast í bussi og toki er hann vanur við og gongur tað næstan altíð væl, eftirsum tað ber til at sita í barnavogni. Hesaferð høvdu vit tó unnað okkum at leiga ein bil frá Hertz, so tað var bara at spenna hann fast og royna at finna hotellið í Reykjavík.
Familjuvinarligt
Ein fyrimunur er at búgva á einum familjuvinarligum hotelli. Ein lifta er góð at hava til barnavognin, og eisini er gott um køkur er á kamarinum so til ber at hita velling og greyt.
David, sum sonurin eitur, forelskaði seg beinanvegin í hotellkamarinum. Tað var nevnliga ein stórur spegil á vegginum frá loftið til gólvið. . Har stóð hann eina góða løtu og klappaði at spegilsmynd síni - gott at vera glaður fyri seg sjálvan.
Hello handsome
Flestu útlendingar eru sera vinarlig móti børnum og so var eisini í Íslandi. Hotellið var fult av amerikanarum og var David heilsaður hvønn morgun við setningum sum Hello little person ella Hello handsome. Í Asia kann tað næstan vera ov mikið fyri smá ljóshærd børn at vera millum allar teir vinarligu asiatarnir. Tey vilja nema við hárið og kína kjálkanum, og tað eru ikki øll børn, sum halda tað vera so stuttligt.
Blá Lón var vælumtókt. Heitt og gott, kundi hann verða leingi í vatninum. Verri var við bussútferðini til Geisir og Gullfoss. Seks tímar í bussi er eitt sindur ov langi hjá einum lítlum drongi. So tá ferðin nærum var at enda komin var bara grenj og einki hjálpti fyrrenn vit fóru úr bussinum.
At eta á matstovu við børnum er sjáldan nakar trupulleiki. Vit vóru á fínu matstovuna Perluni í Reykjavík og vóru tey alla tíðina um David og góvu honum mat fyrst, eftirsum vit søgdu at hann var svangur. Eykað glas varð borið út til hansara, og teir báðar tímarnir tað tók at eta máltíðina, hugnaði hann sær óført.
Tær flestu matstovurnar hava barnastólar og eyka matskrá til børnini. Til tey smæstu ber ofta til at fáa epli at mosa.
Leggja tilrættis
Men eg skal ikki mála alt ljósareytt viðvíkjandi tí at ferðast við børnum. Tað er meiri arbeiði og tað tekur tíð og tilrættaleggjan at fáa alt at rigga við mati og sovitíðum. Ein má alla tíðina verða nøkur fet frammanfyri og leggja tilrættis, hvar hann skal eta, sova o.s.fr.. Gott er at hava mat í blikkum, sum bara skal takast fram, tá hungurin setur inn.
Men hóast alt, so standi eg fast við avgerðina eg tók í bátinum í Brasilia. David skal við, tá vit ferðast - tí eg trúgvi, at hann eisini njótar at vera saman við foreldrum sínum og at síggja nýggj ting.
Gott at hava við í handviðførinum
Her eru nøkur ting, ið eru góð at hava við sær í handviðførinum umborð á flogfari,um ein skal ferðast leingi. Kann tykjast eitt sindur rúgvusmikið, men betur er at hava ov mikið enn ov lítið, tá ein ferðast við børnum.
l Lítla termokannu til vellingin
l Djúspakka
l Barnamat í blikkum
l Rosinur
l Skeið
l Keks
l Suttir
l Babyteppi
l Vátserviettar
l Blæur
l Plastposa til brúktar blæur
l Tynri klæði at skifta við, um ein kemur til eitt heitt land
l Leikur
l Bøkur
l Teknibók
l Band ella fløgu við bókum ella sangum á
l Gameboy