Ferðast uttan at fara frá húsum

Fríggjadagin kemur »heimsins fyrsti flótandi luksusíbúðarblokkurin«, The World, á Havnina

Tað er vorðin gerandiskostur at síggja stásilig útlendsk ferðamannaskip við oyggjarnar, og flestu teirr vitja Havnina.
Mikudagin komandi kemur kenda skipið, Rotterdam, á Havnina. Hetta er triðja summarið, at Rotterdam vitjar í Føroyum, og eins og undanfarin ár, er tað Tor Shipping í Havn sum er umboð teirra.
Tor Shipping umboðar nógv ferðamannaskip, og fær felagið í hesum sambandi seriga uppgávu komandi fríggjadag, tá spildurnýggja ferðamannaskipið, »The World« kemur á Havnina.
Tað er ikki bara tað, at skipið er nýtt. Talan er um eitt heilt serligt skip, tí hetta er tann fyrsti flótandi luksusíbúðarblokkurin í heiminum, og skipið er bygt eftir hugtakinum: »ferðast um allan knøttin uttan at fara frá húsum«.
Umborð eru 110 rúmligar eigaraíbúðir og 88 gestasuitir.
»The World« siglir um allan heimin, og skráin er løgd soleiðis til rættis, at fylgt verður tí góða veðrinum.
Skipið er bygt á Fosen Mek Verksteder skipasmiðjuni í Noreg, og tekniskur leiðari er norska Bergshav Management. Bergshav Management eigur oljutangaskipið »Bergina«, sum er skrásett í føroyum, og sum Tor Shipping rekur.
trygdarsamskiparin fyri bæði »The World« og »Bergina« er føroyingur, sum arbeiðir hjá Bergshav Management.
»The World« kemur á Havnina kl 8 fríggjamorgunin 23. august og fer avstaðaftur kl 18 sama kvøld. Frá Tor Shipping siga tey seg vóna, at bæði íbúgvar og manning á »the world« fáa eina væleydnaðan og ógloymandi steðg í Føroyum.
Tey, ið hava áhuga í at frætta meira um skipið, kunnu hyggja á www.residensea.com.