Ferðast sum aldrin fyrr um Vága Floghavn

Flogvøllurin verður umbygdur fyri at nøkta tørvin

Talið av ferðafólkum, sum í farna mánaði ferðaðust um Vága Floghavn, var søguligt. Aldrin áður hava nevniliga so nógv ferðandi ferðast um flogvøllin, ið er fremsta brúgvin millum Føroyar og alheimin.


Í tíðindaskrivi í dag skrivar Vága Floghavn, at 51.765 fólk ferðaðust um flogvøllin, og er tað ein vøkstur á 20,5 prosent, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur, ið Jákup Sverri Kass, flogvallarstjóri, fegnast yvir.


- Hetta eru fleiri fólk enn tað búgva í landinum, vísir hann í viðmerking til Miðlahúsið.


Higartil í ár eru tilsamans 201.035 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin. Talan er um ein samlaðan vøkstur á 15,1% ella 26.330 fleiri enn somu tíð í 2016. Tað setur eisini síni krøv til flogvøllin, ið hóast hann er rímiliga nýggjur, nú má gera átøk fyri at nøkta tørvin.


Tað inniber m.a., at ein nýggjur fraktskannari verður keyptur, nýggj parkeringspláss verða gjørd og at ein trygdarskannari verður keyptur aftrat tí, ið longu er. Men hugt verður eisini eftir at gera aðrar broytingar.


- Nýggi terminalurin er bygdur soleiðis, at vit kunnu byggja eina hædd aftrat, tí tað er so høgt til lofta. Nevndin hevur sett eitt arbeiði í gongd at kanna møguleikarnar fyri at gera broytingar inni í sjálvum terminalinum, so vit kunna fáa meira pláss. Faerport, ið bygdu terminalin, hava givið okkum eitt uppskot hvussu tað kann gerast, sigur Jákup Sverri Kass.