Ferðaseðlaprísurin niður i helvt

Fyri nøkrum fáum døgum síðani kundu vit øll frøast um, at seinasta skotið varð latið av í Vágatunlinum.

Stórar gongur av fólki úr meginøkinum vóru bodnar við til hátíðarhaldið, og argasti fíggindin av tunnilsætlanini kom kleyrandi sum fyrsti maður tvørtur um seinastu grótrúgvuna.

Vit vanligu vágafólk hava so lisið í bløðunum, hvat henda gonga undirhelt hvønn annan við undir borðhaldinum í bygdarhúsinum í Miðvági. Onkur helt, at nú mátti ferðaseðlakostnaðurin verða so lítil sum gjørligt.

Hetta var ein veitslutala, men veruleikin er, at við skynsemi og góðum samstarvi ber til at fáa prísin nógv longur niður. Sum øllum kunnugt eigur partafelagið Vágatunnilin ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrani brúgvum og vegi. Og hendan ognarrætt eigur felagið til tunnilin er fult afturgoldin. Tá verður hann latin landinum til ognar.

Vágatunnilin verður mettur at fara at kosta 240 mió. krónur. Av upphæddini hevur løgtingið givið landsstýrinum heimild at seta 160 mió.í partapeningi í felagið. Hinar 80 mió. krónurnar við byggirentu skulu fíggjast við nýtslugjaldi. Landsstýrið skal í minsta lagi frá í dag fram til 2005 gjalda 20 mió. krónur um árið. Men løgtingið hevur ikki sagt, at landsstýrið ikki kann gjalda alt í morgin. Ger komandi landsstýri tað sama sum Karsten Hansen, so skal felagið gjalda rentur av 80 mió. krónum, har tær síðstu ikki koma inn fyrr enn í 2005.

Er tað nøkur grund til, at landsstýrið ikki skal hava goldið sín partapening fyrr enn í 2005, tá tað vónandi verður koyrandi um sundið við ársbyrjan í 2003? Haraftrat stendur Landsbankin at bresta av peningi. Jú, tað er ein grund, og hon er einføld. Við at fráskriva sær 365 mió. krónur av blokkinum, bar ikki til at seta meira á fíggjarlógina fyri 2002 enn tær 20 mió. tí so hevði fíggjarlógin víst hall, og tað kunnu fullveldismenninir ikki liva við.

Hin spurningurin, sum verdur er at taka upp, er, hví partafelagið Vágatunnilin skal gjalda fyri vegagerð á Vágalandinum og brúgvagerð á Streymoyarlandinum. Hesar íløgur áttu at verið ein partur av landsvegakervinum. Umframt hetta skal Vágatunnilin gjalda fyri rakstur av áður umrøddu íløgum, til tunnilin er útgoldin. Tá tunnilin er komin til Gásadals, verða 30 km av landsvegi í Vágum. Landsverksfrøðingurin hevur skyldu at halda og kavarudda allar hesar 30 km, men teir síðstu 2 km oman til Vágatunnilin skulu fíggjast við bummpengum. Er nakar logikkur í hesum? Eg haldi ikki. Tí er mítt tilmæli til okkar tigmenn og landsstýrismann at leggja uppskot fram um, at vega- og brúgvagerðin verður tikin burtur úr lógini um fast samband um Vestmannasund. Kostnaðurin av hesi vegagerð er slakar 24 mió. krónur umframt rakstrarútreiðslur í 15- 20 ár.

Tað er ikki neyðugt hjá tykkum at takka mær fyri hetta tilmæli. Hetta var so lítið, men hevur stóran týdning fyri tey, sum skulu nýta Vágatunnilin.