Í morgin verður ein beinleiðis sending á FM1, har fokus aftur verður sett á ferðavinnuna í Føroyum og uttanlands.
Vitjan verður í Rásarúminum í Krosslíð í Havn av m.ø. Pæturi Trond Thomsen frá Hotel Hafnia/Hotel Brandan, ið letur upp, Lovisu Petersen Glerfoss frá Ráðnum Fyri Ferðslutryg, Jenny í Heiðunum og Aleth Nielsen frá ávíkavist Hotel Tórshavn og Hotel Føroyum.
Eisini verður ringt til Absalon Hotel í Danmark, og somuleiðis verður ring til Visit Suðuroy.
Sendingin verður millum klokkan 10 og klokkan 15.