Stórur tørvur er á eini ætlan fyri at skapa vøkstur í ferðavinnuni og harvið vaksa um inntøkur til landið og skapa fleiri nýggj áhugaverd arbeiðspláss.
- Tað er tí týdningarmikið, at stig verða tikin til at fáa eitt vælvirkandi Ferðaráð, sum vinnan bakkar upp, nú Ferðaráð Føroya er endurstovnað og umsitingin av ferðavinnu flutt til Vinnumálaráðið, sigur Vinnuhúsið.
- Nú má Ferðaráðið saman við Vinnumálaráðnum og ferðavinnuni til arbeiðis við at skipa seg soleiðis, at eindin gerst so arbeiðsfør sum gjørligt.
Vinnuhúsið leggur dent á, at tað er umráðandi, at Ferðaráð Føroya verður skipað sum ein sjálvstøðug dynamisk eind undir Vinnumálaráðnum. Hendan dynamiska eindin skal síðani í tøttum samstarvi við vinnuna standa fyri felags marknaðarføring av Føroyum og lutvíst eisini fíggja hana.
Neyðugt er somuleiðis, at eindin fær frælsi at gera langtíðarætlanir og avtalur. Dømi um hetta síggjast bæði í Danmark og Íslandi, og í Grønlandi.
Víst verður á, at Grønland hevur eina skipan, har Greenland Tourism arbeiðir við eini kendari fíggjarætlan yvir trý ár.










