Carsten Elsted, stjóri á ferðavinnublaðnum Stand By, tók fyri 4 árum síðani stig til at lata heiðurslønir til danskar ferðavinnufyritøkur. Heiðurslønirnar fingu heitið ?Danish Travel Award? og verða givnar fyritøkum, sum geva góða tænastu og hava høga góðsku á tænastu teirra. 14 kategoriir eru og kunnu nevnast besta flogfelag, besta incoming fyritøka, besta hotel, besta ferðaskrivstova og besta ferðavinnuland.
Vinnararnir verða funnir við, at meira enn 2000 fólk tilsamans geva teirra boð uppá, hvør skal fáa heiðurslønina. Hesi 2000 eru ein blandingur av starvsfólkum á ferðaskrivstovum, leiðarum á stórum fyritøkum, og ikki minst brúkarum.
Mett verður, at ?veljararnir? hesaferð hava dømt út frá kvalitetinum og ikki kvantitetinum, tí m. a. Dansk Folkeferie vann í kategoriini ?besta charterferðaskrivstovan?, hóast hon er nógv minni enn t.d. Spies og Alletiders Rejser.
Tann stóri vinnarin av kappingini var Maersk Air, sum vann fyrstu virðisløn í 3 ymiskum kategorium; besta evropæiska, besta innlendis og besta charter flogfelag. Írland varð kosið besta ferðavinnuland.
? Vit eru errin av 3. plássinum og av Annette Sørensen, sum starvast á skrivstovuni í Keypmannahavn. At okkara skrivstova er hin triðja besta í Danmark, hóast hon bert er mannað við einum fólki, ber boð um, at hetta fólkið ger eitt avbera gott arbeiðið, verður sagt av Ferðaráðnum.
? Annette Sørensen fær nú eitt uppiborið herðaklapp fyri sína góðu tænastu.