Ferðamannaskip fingið stóra bót í Grønlandi

Ein amerikanskur ferðasmiður hevur fingið hálva millión krónur í bót, eftir at eitt ferðamannaskip við 184 fólkum umborð mikudagin sigldi inn í friðaða náttúruøkið við Kong Oscars Fjord í Eysturgrønlandi.

Grønlands Kommando boðaði løgregluni frá, at skipið uttan loyvi hevði siglt inn í hetta tjóðarøkið, og setti seg eisini í samband við skipið, sum fór úr fjørðinum og sigldi til Ittoqqortoormiit, sum fyrr æt Scoresbysund.

Har fekk ferðasfyriskiparin 500.000 krónur í bót. Bótin varð goldin á staðnum, skrivar Ritzau.

Serliga reglur

Claus Risbjerg, sum er umsitingarleiðari hjá grønlendsku løgregluni, viðgongur, at bótin er stór.

- Men vit hava eina grundupphædd, sum verður faldað við talinum á ferðafólki, greiðir hann Ritzau tíðindastovuni frá.

- Tað er jú ikki rímiligt, at eitt lítið skip við 20 fólkum skal gjalda tað sama sum eitt stórt ferðamannaskip.

Sambært Claus Risbjerg verður hetta náttúruøkið væl vart. Serligar reglur eru fyri, hvussu fólk skulu bera seg at, sum ferðast í Eysturgrønlandi.

- Fólk skulu søkja um loyvi fyri tryggingina, og tí tað hevur týdning fyri løgregluna at vita, hvar fólk eru, um neyðugt verður at flyta tey burtur av onkrari grund, sigur Claus Risbjerg.

Hann vísir á, at eisini av fyribyrgjandi orsøkum er bótin stór - til at halda øðrum frá at sigla inn í friðaða tjóðarøkið við ongum loyvi.

Ferðamannaskipið er farið at sigla til Íslands, haðan ferðafólkini seinni skulu flúgva heim.