Ferðamannaskip eru vælkomin til bryggju

Leirvíkar Havn hevur nú fingið ta sonevndu ISPS-góðkenningina. Henda góðkenning krevst fyri at kunna avgreiða skip í altjóða sigling, tað er: ferðafólkaskip, farmaskip yvir 500 BT ella Offshore boripallar, sum kunnu flyta seg.

Kommunan hevur gjørt eina váðameting fyri Leirvíkar Havn, tí ætlanin er at avgreiða skip í altjóða sigling og hevur í hesum sambandi gjørt eina verndarætlan fyri økið, verður sagt.
Landsverk skal góðkenna eina tílíka verndarætlan. Tað hava tey nú gjørt, og lýkur ætlanin øll krøvini í kunngerðini og er tí góðkend.