Á Nýggjárinum kemur ein nýggj ferðaseðlaskipan í gildi á Strandferðsluni. Og tað ber í sær, at øll ferðafólk, sum ikki hava bil, sleppa at ferðast ókeypis. Tað boðaði løgmaður frá, tá ið hann flutti ólavsøkurøðu sína fram, tá ið Løgtingið varð sett ólavsøkudag.
Hann upplýsti, at í samgonguskjalinum hjá hesi samgonguni stendur, at prísurin á ferðaseðlum við almennu samferðsluni, skal javntsetast. Og í undirsjóvartunlinum er skipanin tann, at goldið verður bara fyri bil og bilførara, men hjá øllum hinum ferðafólkunum í bilunum, er tað ókeypis.
Samferðslumálaráðið hevur arbeitt við spurninginum í eina tíð, og undirtøka tykist at vera fyri at javnseta ferðakostnaðin hjá ferðafólki við Strandferðsluni við kostnaðin hjá teimum, ið koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
– Hetta kann gerast, við at ferðandi til gongu ferðast ókeypis, og goldið verður fyri akfarið, sigur løgmaður. Hann sigur, at ætlanin er at seta hesa skipan í verk um eitt hálvt ár, tann 1. januar, tá ið Strandferðslan hevur lagað sínar skipanir til.
Samstundis sum ætlanin er at javnseta ferðakostnaðin hjá fastbúgvandi her á landi, verður eisini arbeitt við eini aðrari ætlan um at hækka ferðakostnaðin hjá teimum, ið ikki eru fastbúgvandi her á landi.
Løgmaður sigur, at hetta kann gerast við, at tey, sum eru fastbúgvandi á oyggjum, ið ferjur hjá strandferðsluni sigla til, ferðast ókeypis. Samstundis kunnu onnur, sum eru fastbugvandi í Føroyum rinda ein vanligan prís, men so skulu ferðafólk, sum ikki eru fastbúgvandi í Føroyum rinda ein hægri prís.
Henrik Old segði við KvF nú ein dagin, at enn er ikki semja um, hvussu umfatandi skipanin skal vera. Verður skipanin bara galdandi fyri tey, sum búgva fast á teimum oyggjunum, Strandferðslan siglur til, kostar tað 10 –12 milliónir, men skulu allir føroyingar, sum ikki hava bil, ferðast ókeypis við Strandferðsluni, kostar tað nakað nógv meiri. Kortini tykist semja at vera um, tað í øllum førum skal vera dýrari hjá útlendingum at ferðast við Strandferðsluni.
Í fjør flutti Strandferðslan næstan 566.000 ferðafólk, sum ikki høvdu bil.