- Tað er nokkso løgið at hoyra fólk siga, at mínar myndir eru orsøkin til, at tey eru í Føroyum. Tað ger meg stolta.
Tað sigur Rannvá Joensen í nýggjum stuttfilmi, sum Merrel Outside hevur gjørt um hana. Rannvá Joensen tekur myndir av føroysku náttúruni, og myndir hennara eru farnar víða um gjøgnum myndamiðilin Instagram, har hon hevur fleiri túsund fylgjarar.
Í hennara landslagsmyndatøku vil hon føla náttúruna.
- Eg hoyri aldurnar, vindin og fuglarnar, og eg føli regnið. Tað er stilt, sjálvt um har er so nógv rundan um meg. Eg merki meg sjálva.
Í stuttfilminum greiðir hon frá sínari myndatøku, sær sjálvari og møguleikum í Føroyum.
- Føroyingar trúgva uppá andar. Har eru nógvar yvirnáttúrligar verur. Mær varð sum barn altíð sagt, at eg skuldi ikki ganga ov langt burtur frá bygdini, tí so komu nykurin og huldufólk eftir mær. Men eg spákaði altíð út at granska allíkavæl - og tað geri eg enn.
##med2##











