Mótstøðuliðið hjá B36 í europisku meistarakappingini seinasta summar, Fenerbache, vann um vikuskiftið turkiska meistaraheitið. Enn eru tvey umfør eftir at spæla, men tá Besiktas tapti 3-0 móti Bursaspor, va rein 2-2 javnleikur móti Trabzonspor nóg mikið hjá Fenerbache. Verjandi meistararnir úr Galatasary høvdu eisini ein lítlan møguleika at gera seg galdandi, men hendan mistu teir við javnleiki móti Antalyaspor.