Fellaini fær harða revsing fyri stútaran

Enska fótbóltssambandið gevur Manchester United spælaranum, Marouane Fellaini rættiliga harða revsing fyri at stúta Sergio Aguero niður

Hóskvøldið var ein rættiliga keðiligur dystur spældur millum Manchester City og Manchester United á Etihad leikvøllinum í Manchester. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Tað, sum situr eftir frá dystinum fyri eftirtíðina er løtan, tá Marouane Fellaini hjá Manchester United stútaði Sergio Aguero hjá Manchester City niður, og fekk beinleiðis reytt kort aftaná at hava fingið eitt gult kort stutt frammanundan fyri eina harða takling. Ein ør og býtt gerð. Tó skal sigast, at Sergio Aguero royndi at fáa tað "mesta" burturúr støðuni.

 

Enska fótbóltssambandið hevur givið Marouane Fellaini eina rættiliga harða revsing. Talan er um tríggja daga leikbann til belgiska landsliðsspælaran fyri stútaran ímóti Sergio Aguero. 

 

Marouane Fellaini verður ikki við í heimadystinum ímóti Swansea sunnudagin, útidystinum ímóti Arsenal 7. mai, og útidystinum ímóti Tottenham 14. mai.