Felagsrenningin byrjar aftur

Felagið Bragdið byrjar nú aftur við felagsrenningini. Gjørt verður á sama hátt sum í fjør. Tiltakið verður hvørt mikukvøld kl. 19. Renningin gongur fyri seg uttan ferðslu og í serstaka vøkrum umhvørvi saman við fleiri øðrum við sama áhugamáli.

Tiltakið verður hvørt mikukvøld kl. 19. Farið verður frá Hotel Føroyum eftir kappríðingarbreytini, eftir rossagøtuni út til rossafjósini á Norðasta Horni.

Tey sum ikki ynskja at ganga ella renna tann longra teinin venda við rossafjósini, og heim aftur til Hotel Føroyar, tann teinurin er umleið 6 kilometrar. Tann longri teinurin er umleið 7 kilometrar.

Øll eru vælkomin, ung sum gomul, vand sum óvand, limir og ikki limir, tað ber væl til bæði at ganga og renna.

Tilmelding er ikki neyðug, tað er bara at møta upp og hava góð klæði og skógvar.