Felags um nýtt røktarheim á Viðareiði

Ein kann koma rættiliga langt um áhugi er fyri at samstarva við onnur.
Tað eru Viðareiðis og Klaksvíkar kommunur sinnaðar til: Tær eru nú farnar undir fyrireiking til bygging av røktarheimi á Viðareiði.

- Eg havi ongar trupulleikar av at tað nýggja røktarheimið kemur at liggja á Viðareiði og ikki her í Klaksvík, sigur Jórun Høgnesen.
Hon er forkvinna fyri sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráði, og er fegin um at kommunurnar báðar kunnu samstarva um hesa ætlanina.
Tað vóru annars viðingar sum komu fram við ætlanini at byggja røktarheimið har. Men teir kundu samstundis staðfesta, at hetta fór at verða eitt heldur tungt fíggjarligt tak fyri eina so lítla kommunu.
Ein fyrispurningar varð síðani sendur til Klaksvíkar, her formaðurin í sosialu nevnd beinanvegin var sinnað fyri ætlanini. Tá hon varð løgd fyri býráðið til støðutakan 21. desember varð tilmælið frá nevndini samtykt.
Annars søkti Klaksvíkar kommuna ikki um loyvi at byggja røktarheim, tá Almanna- og Heilsumálaráðið heitti á kommunurnar um at gera tað. Orsøkin til hetta var, at eitt slíkt heim var ikki við í langtíðar fíggjarætlanini hjá kommununi tey komandi árini.

Liðugt um trý ár
Málið um ætlaða røktarheimið á Viðareiði er fyrst og fremst viðgjørt í og sprottið úr norðastu kommununi í landinum.
Klaksvíkar býráð hevur kortini eisini havt sína viðgerð av hesum máli. Á býráðsfundi beint fyri jól í fjør var tað so lagt fram til støðutakan.
Her varð staðfestur áhugin hjá viðingum fyri samstarvi við ta størru kommununa um hesa verkætlanina, sum kann gerast veruleiki innan trý ár.
Sambært tíðarætlanini er ætlanin at leggja til brots við byggingini komandi ár. Á henda hátt kann nýggja røktarheimið standa liðugt eini tvey ár seinni, t.v.s. í 2009 ella 2010, alt eftir hvør fíggjarkarmurin verður.
Málið er treytað av játtanini frá Almanna- og Heilsumálaráðnum, sum hevur sagt at dyrnar stóðu opnar fyri eini játtan til byggingina sum svarar til 500.000 kr. fyri hvørt búfólkið.
Sambært verkætlanini skulu viðingar gjalda helvtina av restini av kostnaðinum til røktarheimið, meðan landið skal bera allar útreiðslurnar av sjálvum rakstrinum.
Enn er kostnaðurin ikki ásettur, men mett verður at hann helst fer at liggja um einar 24 mió krónur. Parturin hjá klaksvíkingum er mettur til 7 mió kr.
Tá málið var fyri í sosialu nevnd í Klaksvík upplýsti leiðarin fyri Heimatænastuna í Norðoyggjum, at tørvurin á slíkum røktarheimsplássum var mettur til 30.
- Ætlaða røktarheimið á Viðareiði fer at hava pláss fyri minst 20 búfólkum. So tað fer at lætta um trýstið, sigur Jórun Høgnesen.