Felags um inntøkur - og útreiðslur

- Fáa vit eina avtalu í lag, har manningin luttekur í oljuútreiðslunum, sleppa vit undan órógvi um hesi viðurskifti, tá oljuprísirnir broytast, sigur Viberg Sørensen. Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, segði við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya beint fyri semingsroyndirnar klokkan 13 í dag, at tá manning og reiðarar eru felags um inntøkurnar, sum skipavinnan gevur, er eisini rímiligt, at partarnir eru felags um útreiðslurnar.

- Tað kostar at skapa virðini, og í løtuni er javnvágin millum tað, sum liggur eftir hjá skipunum og tað, sum manningin fær í sín part, farin av lagi.

Hann vísti á, at hvørt húsarhald kennur sviðan av dýrkaðu oljuni, og soleiðis er eisini hjá fiskiskipaflotanum.

- Greiningin, sum grannskoðarafelagið NOTA ger á hvørjum ári, og sum seinast varð løgd fram seint í heyst, sigur alt um støðuna hjá heimaflotanum.

Viberg Sørensen segði, at tá talan er um tilsamans átta skipabólkar, er sjálvandi ymiskt, hvussu gongdin er.

- Í løtuni hava nøkur skip tað veruliga trupult, meðan onnur hava tað betri ? og so broytist aftur, sum tíðin gongur.

Hann endurtók, at felagið ynskir eina og somu skipan fyri allar fiskiskipabólkarnar, har manningin luttekur í oljuútreiðslunum, tá bunkringarliturin á olju fer upp um 2,90 krónur fyri liturin.

Í dag liggur bunkringarprísurin um 4 krónur fyri liturin.

- Fáa vit eina slíka skipan í lag, sleppa vit undan órógvi um hesi viðurskifti, tá oljuprísirnir broytast.

Viberg Sørensen ásannaði, at eitt nú pelagiski flotin hevur havt tað gott seinnu árini, men hann minti á, at tað eru bara tvey ár síðan, at nótaskip lógu við bryggju, tí tað loysti seg ikki at loysa skipini.