Felags páskastevna á Kambsdali

Páskastevna, ið heimamissiónssamfeløgini í Eysturoy skipa fyri frá 23.-25. apríl verður í høllini á Kambsdali Stevnan byrjar páskaaftan 23. apríl og endar 2. páskadag 25. apríl. Evnið fyri páskastevnuna í ár er eitt av seinastu orðum Jesusar á krossinum, tá ið hann sigur: ?Tað er fullgjørt!?.

Møti vera hvørt kvøld klokkan 19, har Hanus á Gørðum, Andreas Andreasen og Torleif Johannesen fara at tala.

Nógvar sangframførslur verða eisini á møtunum, og fara tvey kór ella kór og einstaklingur at framføra á øllum møtunum. Talan er um KFUM&K kórið, Taborkórið, Bethaniakórið, Glyvrakórið, Manskórið í Thabor og Tórhild Bjarkhamar.

Á páskastevnuni verður eisini eitt stórt ungdómstiltak við lovsangsløtu páskaaftan, har Jørgin Jacobsen hevur andakt, eins og eitt stórt familjumøti seinnapartin páskadag fyri alla oynna, har Marjan Nielsen talar, og barnakórið á Strondum og Elinborg Pállsdóttir syngur.

Tekniborð til børn

Børnini verða ikki gloymd á páskastevnuni. Umframt familjumøtið er høvi hjá børnum á møtunum øll kvøldini at seta seg við eitt tekniborð, har tey millum annað kunnu seta lit á ymiskar tekningar.

Høvi er eisini til samtalu og forbøn undir páskastevnuni.