Hóskvøldið hin 27. februar millum klokkan 17 og 20 bjóðar Vágs kommuna øllum borgarum í Vági aftur til felags matarkvøld, og hetta verður í hølunum hjá Frelsurnarherinum.
- Tankin við kvøldinum er at geva borgarum møguleika at sita til borðs, sum einstaklingur ella sum familja og njóta eina góða máltíð, tí gerandisdagurin hjá nógvum – kanska serliga smábarnafamiljum – er hektiskur.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at tað mangan er nógv, sum skal avrikast, og samdøgrið er ikki longri enn 24 tímar.
- Fyri at lætta um, bjóðar Vágs kommuna øllum borgarum til matarkvøld, har høvið verður til hugna og samveru saman við teimum nærmastu og vinfólki.
Í Vágs kommunu siga tey, at á matarkvøldinum verður eisini høvi at gera matpakkar til børnini, sum tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagin eftir.
- Døgurðin hesaferð verður frikadellir við eplum og sós. Øll eru hjartaliga vælkomin, og til ber at tekna seg til kvøldið um heimasíðuna hjá kommununi - www.vagur.fo