– Vit skulu hava 40 mál niðan í tingið, og málið um felags foreldramyndugleika var eitt av teimum, sigur løgmaður, tá vit spyrja hann, um tað hevur verið verið eitt av málinum, sum hava verið umrødd á samgongufundi í morgun.
Løgmaður sigur, at samgonguflokkarnir avtalaðu eftir stríðið um jóltíðir, at heitið í lógini um felags foreldrarætt skal vera »foreldur«, og tað er tað í uppskotinum, sum nú er farið í tingið.
Hetta hevur einki við »samfaðir« at gera, men snýr seg stutt og greitt um felags foreldramyndugleika.
Løgmaður væntar ikki, at trupulleikar fara at standast av hesum, um ikki andstøðan ger eitthvørt, sum kann órógva onkran í samgonguni.
Í Danmark er lóg um samfaðir ikki samtykt enn. Men har hevur verið ein undirskriftainnsavning um at reisa málið í Fólkatinginum. Í Danmark ber til at fáa mál reist í Fólkatinginum, um 50.000 fólk krevja tað, og uppskotið um samfaðir hevur fingið neyðugu 50.000 undirskriftirnar, men er enn ikki viðgjørt í Fólkatinginum.











