Tað er nú greitt, at tað verður felagið, sum frammanundan hevur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hvonn, Etika og onnur gistingar og matarstøð, sum nú eisini skal reka matarsølurnar á flogvøllinum í Vágum.
Tað boðar Vága Floghavn frá í dag.
Uppgávan at reka matarstøðini og tollfríu søluna á flogvøllinum, varð boðin út í summar og inn komu fimm boð.
- Avgjørt er, at tað verður felagið Gist & Vist sum skal reka matarstøðini.
- Gist & Vist fevnir um Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hvonn, Etika og onnur gistingar og matarstøð.
Hinvegin verður tað Vága Floghavn sjálv, sum skal hava tann tollfría handilin.
- Tað, at flogvøllir sjálvir hava tollfría sølu, er vanligt í øllum grannalondum okkara, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Flogvøllinum.
- Vága Floghavn fer fyrst í komandi árið at gera avtalur við leverandørar, flutningsfeløg og onnur um, hvussu taxfreesølan á flogvøllinum í Vágum skal skipast
Men tað er longu nú greitt at høvuðsveitarin til nýggja tollfría handilin á flogvøllinum, verður stóra týska heilsølan, Heinemann.
|









