Ein maður í Noregi er dømdur í 16 dagar treytaða fongsulsrevsing og skal gjalda 10.000 norskar krónur í bót fyri at hava knúst nøkur egg hjá másafuglum, sum eru á reyðlista fyri hótt - ella næstan hótt - fuglasløg. Maðurin varð sæddur í kikara, meðan hann framdi hesa gerð.
Norska kringvarpið - NRK - skrivar, at maðurin skal hava knúst millum 11 og 15 másaegg.
Í minsta lagi trý av eggunum vóru egg hjá fiskimása, og í minsta lagi átta vóru egg hjá fransaternum. Bæði fuglasløgini eru á reyðlista hjá tí, sum rópt verður Artsdatabanken.
Sambært politiadvokatinum, Elisabeth Rastad, hevur maðurin tikið við dóminum.
##med2##
Hendingin fór fram á einum hólmi í Østfold í Noregi, og tað var ein lívfrøðingur, ið gekk sær ein túr, sum sá mannin fremja brotsgerðina, sum norski rætturin metir hendingina vera.
- Eg sá ein mann ganga úti á hólminum við einum gassa. Knappliga sá eg, at hann byrjaði at sláa niður í vøllin, samstundis sum másafuglarnir flugu yvir honum og góvu ljóð frá sær, sigur vitnið við NRK.












