Fekk skeivar upplýsingar frá landsstýrinum

Tað kostaði einum føroyskum skipara bót at hann trúði upplýsingunum, sum hann fekk frá Føroya Landsstýri.

Kann tað veruliga bera til, at ein føroyskur fiskiskipari skal kunna revsast, tí landsstýrið gevur honum skeivar upplýsingar?

Hetta er ein spurningur, sum Skipara- og Navigatørfelagnum vil hava greiði á.


Fekk bót

Og nú er møguleikin at fáa tann spurningin svaraðan.

Tí nú hevur Skipara- og navigatørfelagið stevnt landsstýrið fyri at hava givið einum føroyskum skipara skeivar upplýsingar.

Talan er um eitt gamalt mál. Tað var longu í 1992, at eitt føroyskt trolarapar varð tikið í norskum sjógvi fyri at hava brúkt skeiva framferð, tá ið fiskiskapurin varð givin upp fyri norsku myndugleikum.

Eftir drúgva viðgerð í Noregi endaði tað við, at annar skiparin fekk 10.000 krónur og bót og reiðarin 100.000 krónur.

? Hetta er eitt mál, sum vit taka í allarstørsta álvara, tí tað vísti seg, at hesin skiparin gjørdi ikki annað enn at fylgja teimum forskriftum, hann hevði fingið frá landsstýrinum, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum.

Hann sigur, at felagið tí stevndi við kravi um, at landsstýrið viðurkendi, at tað hevði givið skiparanum skeivar upplýsingar og at tað tí var landsstýrið, sum átti at gjalda bótina.

?Landsstýrið hevur fleiri ferðir fingið málið útsett. ? Men beint fyri jól fall dómurin: Og tað vísti seg, at landsstýrið fekk viðhald, tí rætturin sigur, at skiparin hevur ábyrgdina av, at hann hevur tær røttur reglarnar.

Ellintur Abrahamsen sigur, at hetta er eitt mál, sum Skipara og navigatørfelagið leggur sera stóran dent á. Tí er tað alt, sum talar fyri, at málið eisini verður lagt fyri landsrættin.

Formaðurin sigur, at málið er rættiliga lætt at misskilja.

? Tað er ongin ivi um, at skiparin hevur ábyrgdina av útvega sær tær røttu reglugerðirnar.

? Men kjarnin í málinum er, at skiparin júst vendi sær til røttu myndugleikarnar, sum eru Føroya Landsstýrið, fyri at fáa teir røttu upplýsingarnar.

? Men hann fekk skeivar upplýsingar frá landsstýrinum, og tað var hetta, sum feldi hann í Noregi.

Skiparin fekk eitt fiskiloyvi frá landsstýrinum. Við fiskiloyvinum fylgir ein fráboðanarskylda, sum hann skal brúka. Men loyvið, hann fekk frá landsstýrinum, samsvarar ikki við norskar reglar og tí fekk hann bót. Og tað er hetta, vit hefta okkum við, sigur formaðurin í Skipara og Navigatørfelagnum.

Hann sigur, at tað er eitt so mikið avgerandi mál, at skiparar ikki kunnu ábyrgdast fyri á upplýsingarnar, teir fáa frá teimum røttu myndugleikunum, sum er landsstýrið, at tað er alt, sum talar fyri, at málið verður roynt í landsrættinum. Hevði skiparin fingið at vita frá landsstýrinum, at hann skuldi útvega útvega sær neyðuga tilfarið sjálvir, so gjørdi hann tað. Men hesuferð varð hann villleiddur av landsstýrinum og tað er ein álvarsligur trupulleiki, sigur Ellintur Abrahamsen.