Sigrið Mikkjalsdóttir Joensen livir eitt púra vanligt lív. Aftur. Fyri triðju ferð.
Hon vaks upp sum ein glað og ferug genta, aktiv eins og børn nú eru. Gekk til fimleik, har evnini førdu hana í fremstu røð, hon var ein av dugnaligastu fimleikarunum í felagnum.
Sjálv merkti hon einki til teir trupulleikar, sum skuldu fylgja henni í trý ár, frá hon var 11 til hon var 14.
- Hon merkti lítið og einki til tað sjálv, men vit sóu tað á henni. Hon bleiv so bleik og orkaði ikki tað sama. Eg hugsaði beinanvegin um blóðmangul, sigur Jórun Høgnesen, mamma at Sigrið.
Tey gjørdu so av at fara til lækna við Sigrið at taka eina blóðroynd, og so gekk tað rættiliga skjótt. Longu dagin eftir varð hon boðsend til eina nýggja og nógv meiri umfatandi blóðroynd. Hetta var ein hósdag.
- Og longu fríggjadag seinnapart ringdi Sigvald Christiansen, sum var vikarur fyri okkara egna kommunulækna, og segði okkum, at boðini frá laboratoriinum vóru, at blóðroyndin sá alt annað enn góð út. Tá fingu vit so staðfest, at galið var við nýrunum, sigur Mikkjal Joensen, pápi Sigrið.
Hann rósar laboratoriinum og læknanum fyri at hava gjørt skjótt av í hesum málinum, og Sigrið var nú javnan til kanningar á bæði í Føroyum og Danmark, og fylgt var í heila tikið væl við, hvussu nýrini høvdu tað.
Og alt gekk hampiliga væl inntil tíðliga á vári í 2002. Tá tey tá vóru niðri á Ríkissjúkrahúsinum til kanning stóð greitt, at nýrini hjá Sigrið ikki orkaðu meira. Og so var bara eitt til ráðar at taka.
Nýtt nýra
- Tað stóð okkum báðum beinanvegin greitt, at annað okkara skuldi lata Sigrið eitt nýra. Vit vóru bæði kannað ávegis og fingu skjótt at vita, at vit bæði kundu donera. Vit fingu so eitt vikuskifti til at gera av, hvør okkara tað skuldi vera, sigur Jórun Høgnesen.
Og meginparturin av vikuskiftinum gekk við at tosa og hugsa um, hvør teirra skuldi lata annað nýrað. Tí bæði vildu tey gera tað.
- At enda tók eg avgerð um, at tað skuldi verða eg. Tað vóru fleiri smálutir, sum spældu inn. Eg hugsaði, at Jórun var betur før fyri at taka sær av okkum, skuldi okkurt endað galið. Haraftrat hevði hon eina tryggari inntøku enn eg, og í triðja lagi var tað lættari hjá mær at verða burtur frá arbeiði enn hjá henni, sigur Mikkjal Joensen.
Og soleiðis gjørdist tað so pápin, sum skuldi lata dóttrini eitt nýtt nýra.
Men tað var sjálvandi ikki bara sum at siga tað, tí Mikkjal skuldi gjøgnum nógvar royndir og nógvar kanningar, áðrenn tað var hundrað prosent víst, at hann var tann fullkomni donorurin.
Nærmasta familjan er altíð sannlíkt bestu donorarnir. Tað er so heppið, at Jórun, Mikjal og Sigrið hava somu blóðtypu, sum var ein av treytunum fyri, at tað yvirhøvur kundi lata seg gera, at donera og móttaka eitt nýra. Og í aðrar mátar hóska tey nærmastu eisini oftast best saman.
Tey fóru so heim at bíða eftir skurðviðgerðini, sum skuldi flyta nýrað frá Mikkjali Joensen yvir í dóttrina Sigrið.
- Men nýruni hjá Sigrið vóru tá so viðtikin, at hon mátti í dialysu tvær ferðir um vikuna tað summarið. Vit høvdu lagt ætlanir um, at skurðviðgerðirnar skuldu fara fram 20. september, so tað var bara at bíða eftir tí, sigur Jórun Høgnesen.
Tí var ikki neyðugt hjá Sigrið at standa á bíðilista eftir nýggjum nýra.
Sjáldsom støða
Hesar fáu mánaðirnar summarið 2002 er so einasta tíðarskeið í lívinum, at Sigrið hevur havt tørv á at vera í dialysu.
- Men tað gav eina týðilig ábending um, hvussu lívið hjá henni vildi verið, um hon ikki fek nýtt nýra. Hon var so knýtt at dialysumaskinuni, at hon nærum einki kundi loyva sær. Hon kundi ikki fara út at ferðast og hon kundi ikki fara í svimjihøllina, tí tað lá eitt katetur út gjøgnum hálsin sum forðaði henni í at svimja, sigur Jórun Høgnesen.
Sjálv hevur Sigrið ikki givið sær so nógv far um, hvat tað var hon mátti liva uttan.
- Eg hugsaði ikki so nógv um tað tá, sigur hon.
Men so upprann tíðin, at Sigrið skuldi fáa nýtt nýra frá pápanum.
- Tað gekk alt sera væl. Tað er soleiðis, sjálv skurðviðgerðin er lættari hjá móttakara av nýranum, enn hon er hjá gevaranum, men vit høvdu tað bæði gott eftir skurðviðgerðina, sigur Mikkjal Joensen.
Hann sigur, at hann føldi einki »óbehag« sum so.
- Eg hevði nakað av pínu í skurðinum, men annars haldi eg ikki, at tað hevði nakað upp á seg, sigur Mikkjal Joensen.
Tað er annars ein gáta, hví menniskjan hevur tvey nýru, tá tað so lættliga kann klára seg við eitt.
-Eina nýrað, sum eftir var, tók yvir beinanvegin, sum hitt varð tikið. So í so máta merkti eg als einki, sigur Mikkjal Joensen.
Tað er rættiliga sjáldsamt, at ein 20 ára gamal persónur hevur fingið nýtt nýra tvær ferðir – og so enntá frá báðum foreldrunum.
Ein góð tíð
Tað tók nakað av tíð hjá Sigrið at koma rættiliga fyri seg, men munurin sást so at siga dag frá degi. Og eftir fáar mánaðir var hon komin seg fullkomiliga, og kundi aftur liva eitt gott og vanligt lív uttan at hugsa um, at hon ikki mátti fara ov langan veg, og uttan at hugsa um dialysumaskinuna.
Kroppurin góðtók nýggja nýrað, og Sigrið kundi nú aftur gera hvat hon vildi, uttan at hugsa um at gerast yvirtroytt og óuppløgd. Nú var hon aftur sum ein vanligur tanáringur.
- Eg havi verið serliga heppin at hava sera góðar vinkonur, sum hava skilt mína støðu, og vit hava havt nógvar góðar løtur saman, og hava tað sjálvsagt enn. Tær vóru óførar at vitja meg, sum var ótrúliga gott, serliga ta tíðina, tá eg mátti ganga til dialysu, sigur Sigrið.
- Eg havi eisini fingið ein ótrúliga fittan sjeik, sum fullkomiliga hevur góðtikið meg og mína sjúku. Hann hevur fleiri ferðir verið við mær hjá lækna, bæði í Føroyum og í Danmark. Hann stóð eisini við mína lið eftir skurðviðgerðina 3. apríl 2009. Hann hevur verið og er ein góður stuðul. Øll míni nærmastu hava yvirhøvur staðið væl saman og stuðla mær og okkum væl, sigur Sigrið.
Hetta var í heila tikið ein góð tíð, og Sigrið var sum allir aðrir tanáringar. Nýrað frá pápanum virkaði »ópáklagiligt«, og helt fram við at gera tað. Inntil fyri umleið einum ári síðani.
- Tá byrjaði nýggja nýra at missa megi, og tað stóð greitt, at vit vóru komin hartil, at ein støða aftur mátti takast. Antin at byrja upp á dialysu og bíða eftir, at eitt nýtt hóskandi nýra var tøkt, ella at eg lat Sigrið annað av mínum nýrum. Og tað var í veruleikanum ongantíð ivi um, at eg skuldi lata nýrað, um eg bara bleiv góðkend sum gevari, sigur Jórun Høgnesen.
Hetta var í fjør heyst, tá Sigrið var niðri á Ríkissjúkrahúsinum til eftirlit. Hesaferð vóru foreldrini ikki við, men tað var sjeikurin hjá Sigrið, Gert Haraldsen.
- So eg var jú ikki einsamøll, tá eg fekk tey boðini, sigur Sigrið Mikkjalsdóttir Joensen.
Hon leggur aftrat, at sjálvt um tað bæði á sjúklingahotellinum Tórshavn og á Rískissjúkrahúsinum eru nógvar ymiskar lagnur, so eru tað ikki bara tungar løtur.
- Har eru eisini nógvar góðar løtur at minnast aftur á, og nógv vinarbond blivu knýtt, sigur Sigrið.
Nýra frá mammu
Jórun ivaðist onga løtu, tá dóttrini tørvaði eitt nýtt nýra. Eins og pápin, Mikkjal, við gleði læt annað av sínum nýrum, so gjørdi Jórun tað eisini. Hesaferð var tó ikki neyðugt at kjakast og velja, tí nú var bert ein møguleiki eftir.
- Eg byrjaði so tær drúgvu og gjølligu kanningarnar og tók tær mongu royndirnar sum skuldu endaliga staðfesta, at eg var egnað sum donor til Sigrið. Læknarnir ynsktu, at tað skuldi ganga rímiliga skjótt fyri seg, so Sigrið slapp undan at fara undir dialysuviðgerð, sigur Jórun Høgnesen.
Hon gekk tí allar kanningar og royndir ígjøgnum, og 3. apríl varð so skurðviðgerðin framd.
Nú eru øll aftur í Føroyum, og Jórun og Sigrið eru um at koma rættiliga fyri seg eftir skurðviðgerðina.
- Eg havi sjálvandi mist meginpartin av várinum í skúlanum, og verði tí noydd at ganga árið um aftur. Ella má eg taka fakini gjøgnum summarið. Burtursæð frá tí merkir hetta ikki tað stóra, sigur Sigrið Mikkjalsdóttir Joensen, sum er fegin um, at hon nú aftur kann liva eitt vanligt lív.
Heldur ikki Jórun angrar eina løtu, at hon gjørdi av at geva dóttrini annað nýrað.
- Tvørtur ímóti, so eri eg sera takksom fyri, at hetta kundi lata seg gera. Tú ivast ikki, tá tú á ein slíkan hátt kann geva barni tínum eitt betri lív, sigur Jórun Høgnesen.
Mikkjal Joensen er samdur, og tey eru bæði fegin um, at kunna hava givið dóttrini hvør sítt nýtt nýra.
Og Sigrið livir sanniliga eitt lættari lív. Hon hevur jú fingið nýru frá babba og mammu. Og hetta vikuskifti fer hon í summarhús á bygd saman við vinkonunum.