Fekk jarnstong inn í búkin

Arbeiðsóhapp: 23 ára gamla Steinunn Djónadóttir Frýdal er komin til Føroya at hvíla seg eftir eitt álvarsligt arbeiðsóhapp í Danmark. Á læriplássi hennara fór helvtin av eini hálvum metri langari stong inn búkin á henni

Fyri hálvum øðrum ári síðan fór 23 ára gamla Steinunn Djónadóttir Frýdal til Danmarkar at læra til møbilsnikkara.
Fyrst hugsaði hon um at løøra til møbildesignara, men hon vildi duga handverkið frá grundini fyrst.
Fyrsta árið gekk hon á Svendborg Erhvervsskole, og lærupláss fekk hon hjá møblavirkinum Carl Hansen & Søn uttan fyri Odense.
Ein dag fyrst í mai skuldu hon og ein annar lærlingur fresa, og tað var í samband við at tey skuldu gera køksinnbúgv.
Steinunn stillaði upp, og tendraði fresaran. Í somu løtu hendi óhappið. Ein jarnstong, sum ikki hevur nóg væl spent, reyk upp, rakti knívarnar og fór so beint inn í búkin á Steinunn.
Uttan at vera tilvitandi um tað, náddi Steinunn tíbetur at snara sær eitt sindur á, so stongin ikki rakti hana beint í búkin, men eitt sindur út á síðuna.
Hon reyk hálvan annan metur afturyvir.

Fataði tað ikki
Hin lærlingurin var vitni til, hvat hendi. Hann gjørdist skakkur og rann yvir til hennara at vita, hvat var hent henni.
- Tað gekk ikki upp fyri mær beinanvegin, hvat var hent, sigur Steinunn.
Lærarar komu til og ringdu eftir sjúkrabili.
- Eg føldi tað tá, sum at okkurt sprongdist innan í mær, og eg fekk eina ræðuliga pínu. Pinan frammanundan var einki afturímóti.
Sjúkrabilafólkini kannaðu hana, og tástaðni fekk hon at vita, hvat var hent henni.
Í skundi varð Steinunn løgd á skuðborðið.
Tá ið hon vaknaði aftur, fekk hon at vita, at hon hevði fingið hol inn í síðuna av jarnstongini, sum var farin 20 cm inn í búkin. Hon hevði havt eina stóra blóðsamling, fýra hol vóru á tunntarminum, og neyðugt hevði verið at tikið 30 cm av tarminum.
Steinunn gjørdist í øðrini, tá ið hon fekk at vita, at hon hevði fingið keisaraskurð, ein langan skurð oman eftir búkinum. Men valið hevði verið, at hon ikki kom frá óhappinum uttan mein.

Vildi upp
Steinunn lá á sjúkrahúsinum í seks dagar, og lívlig sum hon er, kundi hon illa góðtaka bara at skula liggja still í songini.
- Eg vildi upp á beinini, men tað minnist eg lítið til, tí eg fekk so nógvan heilivág. Eg var so illa fyri, at eg fekk einki gjørt, fekk hvørki ligið ella sovið.
Starvsfólkini noyddust at hótta hana við, at hon kundi vænta eitt og annað, um hon ikki bant frið.
Teir fyrstu dagarnar eftir at hon varð útskrivað, var hon heima í íbúðini hjá sær, og føroyska vinkona hennara hjálpti henni væl.
Av tilvild var mamma hennara á veg til Danmarkar, tá ið óhappið hendi, og tí kundi mamman vera um hana teir fyrstu dagarnar. Tað kom eisini væl við.
Men so valdi hon at fara heim til pápan á Velbastað at vera. Tey bæði eru so tætt knýtt, og hóast hon hevði nógv vinfólk i Danmark, kendi hon seg upp á ein máta einsamalla við at vera so langt burtur frá familjuni.
Hóast næstan seks vikur eru gingnar, síðan óhappið hendi, er tað ikki nógv, sum Steinunn fær gjørt.

Fær einki gjørt
- Eg kann ikki bera meira enn eitt pund í hvørjari hond, tí eg má ikki brúka búkvøddarnar. Eg brúki einar 20 minuttir um at venda mær í songini, og summar dagar sleppi eg als ikki úr songini, sigur Steinunn.
Tað gongur illa hjá henni at koyra bil, men hon ger tað kortini, tí hon hevur so nógv góð vinfólk at vitja.
Sjúkrameldingin gongur til 25. juni, men Steinunn bíðar til eftir summarferiuna at fara niður aftur.
Umframt at læra arbeiðir hon eisini á eini matstovu, har uppgáva hennara er at hjálpa kokkinum við at gera mat.
- Í Danmark havi eg tvey arbeiði, og her geri eg nú einki. Eg verði svøk av at ganga fyri einki, sigur Steinunn.

Tað gongur rætta vegin
Hon letur væl at, so fitt øll vóru móti henni, eftir at óhappið var hent. Arbeiðsgevarar, lærarar og vinfólk komu at vitja, og tey sendu blómur. Hetta fløvaði.
Á læruplássinum vóru øll líka skelkað av, at slíkt kundi henda. Beinanvegin vórðu jarnstengurnar skiftar út við træstengur, sum bara brotna, um tær loysna.
Steinunn fær tíðina at ganga við at vitja vinfólk og familju. Hon er givin fullkomiliga við at taka heilivág.
- Enn føli eg, hvussu veikur kroppurin er, og eg sovi meira enn vanligt. Tað gongur rætta vegin, men eg kundi hugsað mær, at tað gekk skjotari. Eg skal tó nokk koma fyri meg, sigur Steinunn.