Fekk ikki álvarsamt mein

Kroatiski verjuspælarin Vedran Corluka tóktist fáa álvarsaman skaða eftir samanbrest við sín egna málmann í dystinum millum Tottenham og Stoke í gjár. Dysturin varð steðgur í næstan 10 minuttir, meðan Corluka, sum misti vitið, fekk viðgerð á vøllinum. Stúrt var fyri at hann hevði fingið skaða í andlitið, nakkan ella ryggin. Corluka varð fluttur beinleiðis á sjúkrahús, men kanningar hava víst, at han Corluka tibetur ikki fekk nakran álvarsaman skaða.