Fekk hoyballu yvir seg

Eitt arbeiðsóhapp var í Kollafirði í gjárkvøldið, tá ein maður fekk eina hoyballu oman yvir seg.

 

Maðurin, sum er í sjeytiárunum, var farin at ambæta neytunum, tá hann var óheppin og endaði undir eini hoyballu.

 

Sjúkrabilur kom á staðið og koyrdi mannin á Landssjúkrahúsið. 

 

Løgreglan sigur, at av tí at málið er at rokna sum eitt arbeiðsóhapp, verður Arbeiðseftirlitið kunnað um hendingina í dag.