Fekk forboð fyri at koyra bil

Løgreglan tók ein ungan bilførara í nátt

Í nátt tók løgreglan ein ungan bilførara, sum koyrdi alt ov skjótt í Eysturoynnu. Hann koyrdi 113 kilometrar um tíman. Av tí, at talan er um ein bilførara, sum akkurát hevur fingið koyrikortið, altso ikki hevur havt koyrikort í trý ár, eru reglurnar strangari enn annars. Tískil misti hann koyrikortið á staðnum og fekk rætt og slætt koyriforboð. Sostatt mátti hann lata bilin standa og má taka koyrikortið av nýggjum.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur verið nógv fólk í býnum í góðveðrinum. Havn í nátt, har tað var mentanarnátt.  Nakrar ferðir hevur vandi verið fyri bardaga, men løgreglan fekk skilt partarnar sundur, áðrenn tað kom so langt. Í morgun er eitt mál um harðskap meldað, men tað fáa tey ikki sagt so nógv um enn, tí tað verður kannað í løtuni.