Nýggjar kanningar vísa, at fólk gerast ikkii feit av at eta feitan mat. Tað skrivar svenska blaðið Dagens Nyheter. Professarin Göran Berglund, sum arbeiðir á lærda háskúlanum í Lund, sigur við blaðið, at tvey ættarlið av svium hava fingið skeivar upplýsingar um feita matin, og hvørja ávirkan hann hevur.
Kanningin, sum svenska blaðið sipar til, er gjørd undir leiðslu av einum vísindamanni á lærda háskúlanum í Cambridge. Kanningin hevur tikið 10 ár og hevur umfata ikki færri enn 90.000 fólk í Bretlandi, Týsklandi, Danmark, Niðurlondum og Italia.