Feiraði hattrick á áskoðaraplássunum og fekk reytt kort

(Video) Síggj Mehmed Dresevic skjóta eitt vakurt mál og fullføra eitt hattrick fyri síðani at fáa reyða kortið

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eina heilt sjáldsama og margháttliga støðu frá triðbestu svensku fótbóltsdeildini, tá Norrby IF vann heili 6-1 á Tvååker.

 

Síggj Mehmed Dresevic skjóta eitt vakurt mál og fullføra eitt hattrick fyri síðani at fáa reyða kortið skjóta eitt vakurt mál og fullføra eitt hattrick fyri síðani at fáa seinna gula, og soleiðis reyða kortið. Aftaná at hava skotið eitt vakurt mál fer Mehmed Dresevic útum vølllin, og upp á áskoðaraplássini at feira hattrickið hjá sær saman við nøkrum heimaáskoðarum.

 

Men dómarin, og dómarareglurnar í heila tikið hava einki rúm fyri spontaniteti, og tí, sum er uttanfyri "bókina", og tekur dómarin og gevur Mehmed Dresevic seinna gula kortið, og harvið reyða kortið fyri at háða mótstøðuliðið. Eitt ella annað stað juridiskt rætt, men rættiliga líkamikið, tá ein hugsar um, at Norrby IF vann 6-1.