Í regninum á tjaldingarøkinum fann in.fo tvær havnagentur, ið vóru komnar á G! festival.
- Í roynd og veru búgva vit ikki á tjaldingarøkinum, men í einum bili, sum stendur parkeraður nær við, sigur 18 ára gamla Anna Jacobsen.
- Ja, og beint nú eri eg nokk so glað fyri tað, tí eg hevði ikki ordiliga troystað mær at
sovið í einum runudíki, sigur Durita Øssursdóttir, ið er 19 ára gomul.
Regnið hevur ikki ávirkað lagið hjá hvørgum teirra.
- Man skal bara hava góð klæðir við, so ger tað onki.
- Um fólk ikki taka tað góða lagið við á festival, so kann alt gera tað sama.
Fyri tær báðar havnadamurnar hevur tónleikurin 30 pct. at siga.
- Vit eru her mest fyri at vera saman við vinum. Í dag fyllir Anna eisini 18 ár, so hetta er júst rætta staðið at feira sín føðingardag saman við góðum fólki, sigur Durita.
Spurdar um, hvat tær gleða seg mest til, eru tær ikki í iva:
- Nephew, siga tær við ein munn.