Leygardagin hin 1. mars klokkan 14 - tað er leygardagin komandi - verður almenn móttøka á nýggja skúlanum á Giljanesi. Hetta er sami dagur, sum ókeypis er at koyra gjøgnum Vágatunnilin, og tí er væntandi, at hetta verður ein vælmøtt móttøka.
Fyrsta byggistig av nýggja skúlanum, sum Sp/f Selmar Nielsen Arkitektur hevur teknað, og har TG Verk hevur verið høvuðsarbeiðstakari, er nú liðugt.
Næmingar, sum gingu í tí partinum av skúlanum, sum varð niðurrivin og nú er bygdur uppaftur, hava gingið ymsastaðni, og eitt nú vórðu tvær barakkir settar upp niðan fyri skúlan á Giljanesi. Aðrir næmingar hava gingið í skúla í Miðvági og Sandavági.
Nú 1. byggistig stendur liðugt, er ætlanin at hava tunnusláttur føstulávints mánadag, sum er mánadagurin eftir móttøkuna, týsdagurin er frídagur, og síðan verður farið í nýggja skúlan mikudagin hin 5. mars.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at nýggi skúlin gevur lærarum og næmingum nýggjar møguleikar, og hon fegnast ikki minst um, at lærararnir fáa egið arbeiðsumhvørvi, har møguleikar eru at gera ting og fyrireikingar í skúlanum.
- Hetta eru umstøður, sum fara at koma væl við. Tað, sum eg eri serliga fegin um í nýggja skúlanum, er førleikastovan, sum eitt tvørfakligt læraratoymi kemur at taka sær av. Her fara lærararnir burtur av at taka sær av næmingum, sum krevja serligar avbjóðingar.
Hon sigur, at her verða umstøður at syrgja fyri, at næmingar við serligum tørvi ikki detta burtur ímillum, og í aðrar mátar verður hetta ein stova, har høvi verður at taka sær næmingum, sum hava serliga góð evni.
Rósa Samuelsen sigur, at nú fyrsta byggistig av tveimum er liðugt, vónar hon, at fíggjarligt rásarúm skjótt verður at fara undir næsta byggistig av skúlanum á Giljanesi.