Fegnast um ikki at verða limur í ES

Ìslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson dylur ikki, at hann fegnast um, at Ìsland ikki er limur í ES, og at landið ikki er bundið av felags fiskivinnupolitikkinum hjá Evropeiska Samveldinum.

Yvirfyri Icenews undirstrikar Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, at stríðið millum Ìsland og ES um makrelkvotuna er eitt klassadømi um hvussu týdningarmikið tað er fyri Ìsland at hava sjálvavgerðarrættin í fiskivinnumálum. Krøvini frá ES hava veruliga staðfest fyri Sigmundi Davíði Gunnlaugssyni, at tað er týdningarmikið fyri Ìsland at hava sjálvavgerðarrættin í fiskivinnumálum.

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson sigur við Icenews, at íslendingar eru ósamdir um ES-limaskapin, men, at íslendingar eru samdir um eitt, og tað er, at ES má veruliga prógva fyri íslendingum, at tað er betur fyri íslendingar at gerast partur av ES.

Íslendingar yvirhøvur vilja gjarna síggja, at ES fer at geva teimum eina virðiliga viðferð, tá talan er um fiskivinnumál.