Fegnast um hægri játtan

Enn er tó nakað eftir á mál

Játtanin til Barnabata hækkaði við 100.000 krónum í ár. Sambært dagliga leiðaranum á Barnabata, Djóna Eidesgaard, var ráðgevingin hjá Barnabata í vanda við at detta niðurfyri, um játtanin á fíggjarlógini ikki hækkaði.

 

Barnabari fær eina árliga stuðulsjáttan frá landinum og seinastu árini hevur hon verið 350.000 krónur. Tað er millum annað farið til at hava eina ráðgeving til børn, har tey kunnu ringja inn og fáa vegleiðing ella hjálp av ymsum slag.

 

- Játtanin hækkaði við 100.000 krónum, sum er ein skáði. Tað hjálpir, men vit hava enn brúk fyri eitt sindur meira. Vit mugu til dømis endurútbúgva summi av okkara ráðgevum, tí tey eru ikki útgjørd at taka sær av nøkrum av teim uppgávum, sum ráðgevingin hevur, sigur Djóni Eidesgaard.

 

Hann sigur víðari, at Barnabati hevur sent Almannamálaráðnum eitt bræv, har tey vísa á hvussu Barnabati kann fáa enn fleiri inntøkur ella stuðul, men enn hevur hann einki hoyrt aftur frá Almannamálaráðnum.

 

- Vit hava verið í samskifti við Almannamálaráðið. Allur bati bøtur og tað gera hesar 100.000 krónurnar absolutt eisini, men vit mugu enn gera okkara til, at útvega okkum eitt sindur afturat sigur Djóni Eidesgaard.