Fegnast um broytingar í vápnalógini

Ítróttasamband Føroya og Skjótisambandið fegnast um broytingar í vápnalógini.

Í gjár vórðu broytingarnar í vápnalógini samtyktar í løgtinginum, eftir at broytingarnar hava verið leingi á veg.

 

- Vit fegnast um broytingarnar og meta, at tær fara at betra um skjóti-og vápnatrygdina í Føroyum, siga ÍSF og Skjótisamband Føroya.


Tey halda, at við lógini eru komnar greiðari reglur fyri, hvussu eitt nú ungir ítróttaskúttar kunnu setast við og lærast upp.

 

ÍSF og Skjótisamband Føroya vænta, at nýggja lógin fer at verða við til at menna skjótingina sum ítrótt í Føroyum.

 

- Eisini fara føroyskir ítróttaskúttar at fáa betri møguleika at gera seg galdandi uttanlands, tá vit møguliga fáa góðkent vápna-og trygdarloyvi okkara í ES, verður lagt aftrat.