TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Báru Krossteig Hansen hjá Kyndli, aftaná kyndilskvinnur høvdu vunnið 19-17 (7-6) á Neistanum fyrr í kvøld.
Bára Krossteig Hansen, sum gjørdi sítt í dystinum við at skora fimm mál sigur, at tað er ein ótrúliga góð kensla at vinna ein so tættan og javnan dyst.
Bára Krossteig Hansen heldur, at serliga Maja Dragoljubovic í málinum gjørdi tað framúr væl við fleiri framúr góðum bjarginum. Bára Krossteig Hansen er eisini fegin um avrikið hjá lítlusystrini, Súnu Krossteig Hansen, sum skeyt trý mál.
Bára Krossteig Hansen heldur, at nógv peikar á, at tað aftur verða Neistin og Kyndil, sum møtast í FM-finaluni í hvonndeildini.
Støðan